Monthly Archives: oktober 2009

Umveldi fríggjadagin 30. oktober 2009

Torbein fortelur fyrst um útbúgving sína og arbeiðið á sjógv og landi.  Hann blívur seinni sjúkur, og nú byrjar hann fyrstu ferð at fáa áhuga fyri at lesa í Bíbliuni. Seinni fær hann krabbamein og megnar nú at leggja alt yvir til Guds umsorgan. Alt hettar innan fyri heilt fá ár.  Jákup greiðir frá novemberlegunum hjá heimamissiónini 2009, ið eru fyri 7. og 8. flokk og 9. og 10. flokk.  Hann nevnir, hvussu nógv tey ungu í dag hava at dragast við, og hvussu torført tað mangan er hjá teimum at velja.

Vertur: Preben Hansen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. okt. 2009

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. okt. 2009

Vit hoyrdu um eina nýggja fløgu, sum Jóannes S. Hansen hevur útgivið ið eitur “Við Løkin”. Hoyrdu tað seinasta frá “Christmas Child”, at tað vóru 4060 eskjur sum komu inn. Eitt sangkvøld verður eisini í Evangeliihúsinum sunnukvøldið. 1. nov. kl. 1900. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 29. okt. 2009

Á Bylgjulongd hósdagin 29. okt. 2009

Tíðliga í sendingini í morgun hoyrdu vit eitt prát við Stellu & Petur Zachariassen úr Kenya. Hetta prátið var tikið upp um Skype fyrr í dag. Seinni kom so Sam Jakobsen í sendingina. Hann greiddi frá skeiðnum “Hånd i hanske”, sum verður 6 sunnumorgnar í Filadelfia áðrenn og eftir nýggjár. Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 28. oktober 2009

Á Bylgjulongd mikudagin 28. oktober 2009

Í fyrru helvt av sendingini í morgun varð umframt góður tónleikur eisini lisið úr Kolossebrævinum kapittul 2. Seinni kom so Poul Færø við í sendingina, men hesuferð var hann ikki einsamallur, tí IKTUS var eisini her og tók sendingina upp til sjónvarp. Les meira

Á bylgjulongd hósdagin 22. oktober 2009

Á bylgjulongd hósdagin 22. oktober 2009

Fyrst í sendingini í morgun fingu vit vitjan av Gunnvu Áargarð. Hon greddi frá tiltakinum Christmas Child nú seinasta freit at lata jólapakkaskógvaeskjurnar inn er komandi sunnudag 25. oktober.
Seinni fingu vit vitjan av Imma Dam. Tosað varð við støði í Stefanusi um tað himmalska. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 15. oktober 2009

Á Bylgjulongd hósdagin 15. oktober 2009

Í morgun høvdu vit vitjan av Eyðstein Borgardal. Eyðstein hevur verið knýttur at felagsskapinum Ung í Trúarverki (YWAM) síðani september 2002. Hann er nú givin við fullari tíð fyri felagsskapin og er fluttur til Havnar, har hann hevur fingið arbeiðið. Les meira