Bønarlinjan hóskvøldið 28. mai 2009

Bønarlinjan hóskvøldið 28. mai 2009

Gestur er Sólborg Dulavík, fyrrverandi leiðari á Blákrossheiminum í Havn. Sólborg er ættað av Strondum og búsitandi á Argjum. Sólborg fortelur hvussu tað er at vaksa upp á bygd. um at ganga í skúla, at læra og so minnist hon aftur á lærarnar í skúlanum. Eisini um pápan, sum keypti skip og fiskaði við Ísland og Grønland. Sigur frá um eitt serligt flagg, pápin hevði umborð á skipinum. Sólborg fór sum ung eina tíð at arbeiða í handli, fyri síðani at fara til Havnar og víðari til Danmarkar og endar í Norra. Vendi heimaftur til Føroyar, har hon giftist. Hoyr Sólborg greiða frá hesum og mongum øðrum viðurskiftum, m.a. um eina spennandi tíð sum leiðari á Blákrossheiminum við upplivingum og avbjóðingum. Verður mint á týdningin av hesum arbeiði, hvørja ferð hon møtir fyrrverandi búfólkum á Blákrossheiminum.

Vertur: Annfinn Jacobsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking