Bønarlinjan hóskvøldið 14. mai. 2009

Bønarlinjan hóskvøldið 14. mai. 2009

Gestir er Ann Thomsen og Maud Poulsen, ið báðar eru búsitandi við familju og grannar í Hvalba. Tær fortelja um uppruna, barna- og ungdómsár. Ann um gleðina at vera á Vatnsoyrum og um abban, sum bleiv 100 ár. Eisini ymist annað, m.a. um ein samanstoyt oman fyri Vestmanna og um tíðina á Zarepta og hvussu hon møtti manninum. Maud um at bróta beinið sum barn og um at fara í skúla og at ganga í sunnudagsskúla og Zarepta. Eisini um viðurskifti, sum gera árin í lívinum, eitt nú ávísan film, sum gjørdi henni gott. Greiðir frá um ringa sjúku hon fekk og dagligdagin at liva við tí. Eisini um aðra sjúku og alkohol trupuleikar, ið komu inn í familjuna.

Vertur: Annfinn Jacobsen

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking