Á Bylgjulongd 7. mai 2009

Á Bylgjulongd 7. mai 2009

Lurta eftir sendingini

Heimasíðan hjá Gates Of Zion

Konta hjá Gates Of Zion í Eik Banka: 9181; 171.530.7

Jeffrey Bernstein í Føroyum (tíðindaskriv):

Í hesum døgum ferðast messianski jødin Jeffrey Bernstein í Føroyum og greiðir frá sínum arbeiði millum jødar kring heimin.   Jeffrey Bernstein vaks upp í einum jødiskum heimi og umhvørvi í Brooklyn í New York. Hann hevur virkað millum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva og Sentral Asia. Í 1994 stovnaði hann fyrstu messiansk-jødisku samkomuna í Moskva. Henda samkoma er fleirfalda síðani tá og er í støðugum blóma. Í 1998 flutti hann við húski sínum til Kazakstan har hann setti tvær messianskar samkomur á stovn, hann hevur eisini stovnað samkomur í Uzbekistan og í Kyrgyzstan.   Hann hevur ferðast nógvastaðni í heiminum og hevur, í mongum kirkjum og samkomum, boðað boðskapin um hvussu kristin kunnu bera evangeliið aftur til tað jødafólkið, haðani evangeliið upprunaliga er komið.   Jeffrey Bernstein kennir persónliga kallið um, at jødar eiga at vera ein fyrimynd og ljós fyri øll fólkasløg. Hann stovnaði felagskapin “Gates of Zion”, (Portur Zions) sum hann er formaður fyri. Hesin felagsskapur verður stuðlaður við gávun og sjálvboðnari arbeiðsmegi. Endamálið er at røkka jødar við evangeliunum um Messias og upplýsa tey kristnu um jødisku røtur og uppruna teirra, og geva teimum høvi at vera við at fáa jødarnar heim. Gates of Zion hevur heimasíðuna:www.gatesofzion.net

Eftir at hava verið í gamla Sovjetsamveldinum í mong ár, flutti Jeffrey aftur til New York City, sum er tann býurin í heiminum, har flest jødar búgva. Mál hansara er at náa stóru jødisku samfeløgini í New York við boðskapinum um jødan Messias.

Jeffrey Bernstein vónar at kristnu samkomurnar vilja taka undir við arbeiðinum og vilja gerast ein liður í hesari stóru avbjóðing. Hann metir, at tíðin er búgvin og lagaliga løtan er komin hjá okkum kristnu at bera jødum frelsuboðskapin, haðani boðskapurin upprunaliga kom.

Hetta er fundarskráin hjá Jeffrey Bernstein í Føroyum:

Mikukvøldið 06. mai:

  • Ebenezer, Tórshavn: kl. 20.00

Hóskvøldið 07. mai:

  • Filadelfia, Gøtu: kl. 20.00

Dýra biðidag 08. mai:

  • Betesda, Klaksvík: kl. 18.00

Sunnumorgunin 10. mai:

  • Oasan, Hoyvík: kl. 11.00

Mánakvøldið 11. mai:

  • Filadelfia, Tórshavn: kl. 20.00

Týskvøldið 12. mai:

  • Salem, Tvøroyri: kl. 19.30

Mikukvøldið 13. mai:

  • Siloa, Fuglafirði: kl. 20.00

Sunnudagin 17. mai:

  • Hebron, Argir: kl. 12.00
  • Libanon, Sørvági: kl. 18.00

Skriva viðmerking