Leygarkvøld í Lindini 2. mai 2009

Leygarkvøld í Lindini 2. mai 2009

Vinalagið millum havnamenninar báðar hevur mong ár á baki. Teir hittust fyrstu ferð tá 10. flokkur hjá Regini vitjaði Hafnia matstovuna, og hin bert 16 ára gamli unglingin settist við klaverið og bergtók øll við sangi og spæli sínum.
Nú virkar húskið Guttesen í suðurlondum, men Regin hevur eisini tikið sær stundir til at ríka hin føroyska sangskattin við nøkrum nýggjum perlum, sum koma í sølubúðirnar fyrsta dagin.
Í sendingini sleppa vit eisini afturum leiktjaldið, og hitta har ein djúpthugsandi og ærligan Regin, sum fyri árum síðani segði vinnulívinum farvæl, og saman við konuni, Heidi, fór í fulltíðartænastu fyri Harran.

Vertur: M.C. Restorff

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Skriva viðmerking