Bønarlinjan hóskvøldið 16. apríl 2009

Bønarlinjan hóskvøldið 16. apríl 2009

Gestir okkara eru hjúnini Turid og Sofus Joensen. Turid fortelur um sítt lív, um uppvøkstur, um at trúgva á Jesus, men kann ikki siga við vissu, nær hon fekk sannføringina um frelsuna. Minnist aftur á tíðina í sunnudagsskúlanum; um at fara út í hagan við neytum o.a. Eisini um at fara á Páskamøtir í Vágum og um at vera í Norra sum ung. Sofus greiðir somuleiðis frá um barna- og ungdómsár, har hann stríddist við klumpfót, men sum hevur rætta seg í vaksna lívinum. Fortelur um sunnudagsskúlan og um gleðina at hava góðar ommur og abbar at koma til. Eisini um at fáast við krýatúr og um lívið sum sjómaður. Tosar um týdningin og ávirkanina tað hevur, tá menniskju venda við og koma at kenna Jesus sum teirra frelsara. Fortelur eisini um grøðingar, ið hann hevur verið vitni til.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Annfinn Jacobsen

Skriva viðmerking