Bønarlinjan hóskvøldið 2. apríl 2009

Bønarlinjan hóskvøldið 2. apríl 2009

Gestur er Steinbjørn O. Jacobsen úr Klaksvík. Fortelur um uppvøkstur, har sangur í heiminum hevði stóran týdning og um gleðina at ganga í sunnudagsskúla. Kom sum ungur til trúgv og var afturkoma Jesusar nógv frammi í samkomuni tá. Nevnir bønarmøtini, ið hava havt stóra ávirkan í lívinum. Fór sum ungur til Havnar í læru sum múrari hjá Danberg – og frøðist um tað umsorgan hann neyt hesa tíðina í Havn og minnist serliga Sangbrøður, sum vóru nógv frammi í andaligum høpi tá. Verður giftur og búsetist í Klaksvík og minnist aftur á tíðina við ábyrgd í sunnudagsskúlanum í Norðdepil. Tosar um tíðina sum borgmeistari í Klaksvík – og tað alneyðuga í at tey menningartarnaðu fáa tey bestu kor at liva undir.

 

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Annfinn Jacobsen

Skriva viðmerking