Á Bylgjulongd 24. mars 2009

Á Bylgjulongd 24. mars 2009

Í morgun ringdu vit fyrst umborð á missiónsskipið, Logos Hope, sum er gamla Norrøna. Vit prátaðu við Trygva Petersen stýrimann og konu hansara Bjartu.
Síðani komu gestir á gátt, Ruth og Torvald Gaardlykke. Tey hava júst verið 3 mðr umborð á missiósskipinum Doulos. Hesi bæði skipini virka undir felagsskapinum OM.
At enda var Beinta Háberg Jacobsen í stovuni. Hon greiddi okkum frá sangtiltaki við sangkórinum í Ebenezer sum var seinasta leygarkvøld.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking