Monthly Archives: februar 2009

Á Bylgjulongd 27. feb. 2009

Á Bylgjulongd 27. feb. 2009

Læs eina grein um útgávukonsert við Tórhild Bjarkhamar, sum verður fríggjakvøldið 27. feb. kl. 19.30, har Dreingjaorkestri og børn úr Leirvík luttaka. Síðani fer kvinnukórið Suð úr Klaksvík syngja. Eisini fer Rúna Sivertsen at syngja. Seinast fer Tórhild at framføra allar sangirnar hjá sær á fløguni.

Síðani ringdu vit til Jóannes S. Hansen, har segði frá einum sangmøti, sum verður í Filadelfia í Gøtu leygarkvøldið 28. feb. kl. 19.30. Dentur verður serliga á góðan felagssang, tó verður høvi at hoyra onkrar solistar inn ímillum, sum kvøldið líður.

Til seinast ringdu vit til Albin Johannessen í Klaksvík, fyri at hoyra um nøkur vikuskiftismøtir fyri ung í Emmaus frá 27. feb. til 1. mars. Les meira her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Á Bylgjulongd 25. februar 2009

Á Bylgjulongd 25. februar 2009

Í sendingini í morgun høvdu vit fyrst vitjan av systir Marisa og Inge Lise Lollike. Tær vitjaðu í samband við altjóða kvinnubønardagin, sum eisini verður hildin í Adventistakirkjuni í Havn, í Missiónshúsinum í Vági og Soli Deo Gloria í Klaksvík fríggjadagin 6. mars kl. 19.30.
Seinni kom so Poul Færø í sendingina. Les meira

Á Bylgjulongd 23. feb. 2009

Á Bylgjulongd 23. feb. 2009

Durita & Pauli Djurholm tosaðu um Prep hjúnarbandsskeið. Margareth Djurhuus greiddi frá nøkrum barnamøtum sum eru í Nebo á Toftum frá 25. feb til 1. mars. Heine Lutzen var við í táttinum “Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg” Les meira

Á Bylgjulongd 20. feb. 2009

Á Bylgjulongd 20. feb. 2009

Prát við Árna Helmsdal um ein stevnu í Odense 7. mars. Tórhild Bjarkhamar hevur útgivið nýggja fløgu sum eitur “saman við tær”. Eyðun Jacobsen greiddi frá Fjarðafestivalinum sum verður 5.-7. juni, og Jeremy Camp kemur til Føroyar tá. Les meira

M.C. á ferð í Ísrael – 8. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 8. partur

Í bíbliusøguni verður í dagsins frásøgn sagt frá ísraelsfólki, sum á Sinai fjalli fáa hini 10 boðini. Henda ógloymandi upplivingin hjá flóttunum úr Egyptalandi, leggur lunnar undir frásagnirnar um sabbatin og kosher matgerðina, sum mangir jødar enn ganga høgt uppí. Les meira