Á Bylgjulongd 27. jan. 2009

Á Bylgjulongd 27. jan. 2009

Fyrst prátaðu vit við ársins leiðara, Regin Jacobsen (á Bakka). Hann greiddi okkum frá fyritøkuni, Bakkafrost. Eisini tosaðu vit um lívsvirðir og um nøkur ting sum hava týdning fyri at gerast ein góður leiðari.

Síðani ringdu vit til Oslo til Steffan Christiansen. Hann greiddi okkum frá minnisgudstænastu í Oslo og kring Europa sunnudagin 25.jan. Hetta verður gjørt fyri at minnast jødarnar, sum vórðu týndur undir øðrum heimsbardaga.
At enda høvdu vit lívgandi orð til hjún.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking