M.C. á ferð í Ísrael – 6. partur

M.C. á ferð í Ísrael – 6. partur

Tað er ikki minst átakinum Nazareth Village fyri at takka, at hin ferðandi fær høvi til at uppliva umstøður og umhvørvi, sum á døgum Jesusar. Havandi í huga, at Frelsarin livdi øll síni ár á hesum staði – undantikið tey fyrstu árini í útlegdini í Egyptalandi, og tey seinastu 3, tá ið hann gekk um og lærdi og grøddi í Galilea, so er hetta eftirgjørda bygdalagið í býnum ein sannur fongur fyri nútíðina. Meðan heimurin gongur sína gongd uppá gott og ilt, ber her til hjá tær at uppliva ein yrkadag, sum Jesus gjørdi tað í sínari tíð. Húsini, búnýti, búnaðaramboð…ja alt samalt er tað sum í aldargomlum døgum.
Og vit hoyra eisini 2. part av ævintýrinum ”Flugten til Egypten” hjá Selmu Lagerløf  úr bókini ”Kristuslegender”. Somuleiðis fylgja vit abbasoni Ábrahams, Jákupi, sum á sinni lumpaði beiggja sín Esau, og nú sjálvur verður snýttur av synunum, sum hava selt bróðir sín Jósef. Søgan endar, sum kunnugt við, at ísraelittar búleikast, sum trælir egyptamanna. 

Lurta eftir sendingini her

Sendingin er at hoyra: Mikudagin 28. jan. kl. 15.00 – Leygardagin 31. jan. kl. 21.00

M.C. Restorff leggur til rættis

Skriva viðmerking