Á Bylgjulongd 26. jan. 2009

Á Bylgjulongd 26. jan. 2009

Fyrst ringdu vit til Bergur Skovgaard 2. pastor í Pinsekirken í Aarhus. Hann greiddi m.a. frá broytingum, sum tey hava ætlanir at gera í kirkjuni gjøgnum 2009 fyri at vera meiri nútíðarhóskandi og røkka menniskjum nú.

Dánjal Gaardlykke vitjaði síðani í útvarpstovuni og greiddi frá toymisferðum sum Faroe Team Mission ger í summar til Ísland og Italien og eina ferð til Kina í sept. Eisini greiddi Dánjal frá hvussu hann varð leiddur av Harranum á síni fyrstu ferð til Kina.

Seinast kom Hjørdis Háberg Petersen á gátt. Hjørdis, sum er fyrsti kvinnuligi pastorur í eini fríkirkju í Føroyum, varð sett sum 2. pastor í Kelduni 1. juni 2008. Vit tosaðu m.a. um hvørjar broytingar hetta førir við sær í gerndisdegnum og um hvussu grundleggjandi tað er at hava álit á Gudi, og at tað er Hann sum gevur førleikan til at  virka í hesi tænastu.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Erna Háberg

Skriva viðmerking