Á Bylgjulongd 16. jan. 2009

Á Bylgjulongd 16. jan. 2009

Familjulegur: Fyrst ringdu vit til Jógvan Højgaard, sum greiddi frá tveimum familjulegum sum verða í Leguhúsinum í Nesvík í døgunum frá 20. til 22. februar og frá 27. februar til 1. mars. Les meira um tilmelding her

Tony Anthony: Síðani høvdu vit vitjan av Tony Anthony. Hann greiddi frá síni lívssøgu, um tíðina, hann hevur verið kriminellur, men eisini um tíðina í fongslinum, tá ið hann kom til trúgv á Jesus. Høvuðsorsøkin at hann kom til trúgv á Jesus, var ein trúboðari á Kýpros, sum trúliga kom at vitja hann í fongslinum. Hetta var ein sera sterkur vitnisburður. Reimund Langgard tolkaði.

Tony talar tríggjar ferðir afturat hetta vikuskifti í kirkjum kring landið.
Fríggjakvøldið 16. januar kl. 20.00 verður møti í Fríðrikskirkjuni.
Leygarkvøldið 17. januar kl. 20 verður møti í Vesturkirkjuni.
Sunnukvøldið 18. januar kl. 18 verður møti í Christianskirkjuni.
Á øllum hesum støðum verður talan tulkað til føroyskt.

Afturat hesum kemur Tony Anthony eisini at hava eitt skeið í evangelisering leygarmorgunin 17. jan. klokkan 9.00 í Meinigheitshúsinum í Havn. Skeiðið verður ikki tulkað til føroyskt. Hetta tiltakið krevur tilmelding, og kann tað gerast við at sms ella ringja til 548183 ella við at meyla til reimund@kallnet.fo Les meira her. Síggj eitt filmsklipp við Tony Anthony við føroyskum teksti her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking