Á Bylgjulongd 28. nov.

Á Bylgjulongd 28. nov.

Rock Pipit Records: Fyrst ringdu vit til Símun J. Hansen at hoyra um Rock Pipit Records, hvussu plátufelagið sá dagsins ljós, har teir hava fingi eina avtalu við "Bet You Are William"

Bet You Are William: Síðani vitjaði Petur W. Háberg (Bet You Are William) í útvarpstovuni og greiddi frá síni fyrstu fløgu, sum eitur "See Inlaid Heart For Details" og vit hoyrdu nakrar sangir av fløguni.

Anna D. Háberg – Nakið: Síðani kom Anna D. Háberg á gátt, og greiddi frá síni fløgu "Nakið", sum eisini er júst komin út. Vit hoyrdu nakrar sangir av fløguni.

Ungdómssamfelagsmøtir: Til seinast ringdu vit til Rógva Joensen, at hoyra um Ungdómssamfelagsmøtini, sum eru í Klaksvík hetta vikuskiftið 28.-30. nov. Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini í Betesda og í Badmintonhøllini.

Les meira um skránna fyri møtini her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking