Á Bylgjulongd 21.nov.

Á Bylgjulongd 21.nov.

Møtirøð hjá Tom Rogar Edvardsen: Fyrst høvdu vit vitjan av Tom Rogar Edvardsen, Ben Eli Dam og Bjarna Dalsgarð. Har teir greiddu frá hesari vitjan av Tom Rogar Edvardsen. Bjarni segði frá hvussu hann hevur uppliva Jesus grøtt seg á møtinum hjá Tom Rogar. Les meira á www.helbredet.no

Møtini við Tom Rogar Edvardsen eru soleiðis:
Hósd. 20. nov. kl.19.30 í Missiónsh. Libanon Sørvágur
Fríggjad. 21. nov. kl.20.00 í Frelsunarherinum í Vàgi
Leygard. 22. nov. kl.20.00 í Frelsunarherinum í Vági
Sunnud. 23 nov.kl.11.00 í Frelsunarherinum í Tórshavn
Sunnud. 23 nov.kl.18.00 í Frelsunarherinum í Tórshavn

Edith Mørkøre: Síðani vitjaði Edith Mørkøre í útvarpstovuni. Hon hevur lista framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, frá 20. til 25. novembur
Á framsýningina sum hon kallar “Mínar søgur” hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl á lørift. Stílurin er abstrakt/ekspresionistiskur.
Íblasturin til málningarnar á famsýningini, hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.
Opið er frá 20. til 25. soleiðis:
Hosdag 15.00 – 20.00. Fríggjadag 12.00 – 20.00. Leygardag 12.00 – 20.00. Sunnudag 14.00 – 20.00. Mána & Týsdag 12.00 – 18.00.
Les meira á heimasíðuni hjá henni www.edithart.com

Møtir í skúlanum í Kollafirði: Til seinast kom Svenning av Lofti á gátt. Hann segði frá nøkrum møtum sum eru í skúlanum í Kollafirði 21.-23. nov. har brøðrasamkoman í Zion og missiónhúsið í Kollafirði skipað fyri.
Møtini verða hesar tíðir: Fríggjakvøldið kl. 20, Leygarkvøldið kl. 20 og Sunnukvøldið kl. 18
Umframt at fólk úr báðum samkomunum fara at luttaka í vitnisburði og sangi, so fara teir báðir Poul Færø og Svenning av Lofti at tala, og Páll á Lakjuni fer at leiða. Av sangfólki kunnu nevnast: Bárður Tindskarð, Sangbólkurin MIKTAM úr missiónhúsinum í Kollafirði og Ebenezerkórið.
Eisini fer Anna Maria Erlingsdóttir Anthoniussen, ið er sunnudagsskúlalærari í samkomuni "Lívdin" í Hoyvík, at skipa fyri barnamøtum. Leygardagin kl. 15 og Sunnudagin kl. 15. Les meira her

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking