Á Bylgjulongd 18. nov.

Á Bylgjulongd 18. nov.

Fyrst tosaði Suni Justinussen um eitt Lovsangskvøld og eina UngdómsGuðstænasta sum verður í Leirvík komandi vikuskifti!
Fríggjakvøldið 21. Nov. kl 21.00 verður eitt spennandi lovsangstiltak í missiónshúsinum í Leirvík. Á skránni verður m.a. nógvur sangur, tónleikabólkurin T.O.S kemur at framføra og Marius Jacobsen hevur eina andakt.
Eftir lovsangsløtuna verður drekkamunnur. Síðani verður eftirmøti við m.a. sangi, sangframførslu og fríari vitniløtu.
Sunnukvøldið 23. Nov. kl 20.00 verður UngdómsGuðstænasta í Leirvíkar Kirkju við Hanus Simonsen, presti. Á skránni verður m.a. tala, felagssangur, sangframførsla við Elly Justinussen, tvørfloytuspæl og altargongd. Eftir ungdómsguðstænastuna verður suppa at fáa í Missiónshúsinum.

Síðani høvdu vit eitt prát við Lillian Rasmussen úr Kollafirði. Hon var, saman við familjuni á 3. mðr. skúla í Kolding, fyrr í ár.

Til seinast vitjaði Rúni Rasmussen í útvarpstovuni, og tosaði um Dunamis bíbliuskúlan sum verður leygardagin 22. nov. frá kl. 9.30 til 16.00. Evnið verður: Brot úr vekingarsøgu. Tilmelding á heimasíðuni www.dunamis.fo og tlf. 222121

Eisini spældu vit tónleik av nýggjum útgávum.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking