Monthly Archives: november 2008

Á Bylgjulongd 28. nov.

Á Bylgjulongd 28. nov.

Rock Pipit Records: Fyrst ringdu vit til Símun J. Hansen at hoyra um Rock Pipit Records, hvussu plátufelagið sá dagsins ljós, har teir hava fingi eina avtalu við "Bet You Are William"

Bet You Are William: Síðani vitjaði Petur W. Háberg (Bet You Are William) í útvarpstovuni og greiddi frá síni fyrstu fløgu, sum eitur "See Inlaid Heart For Details" og vit hoyrdu nakrar sangir av fløguni.

Anna D. Háberg – Nakið: Síðani kom Anna D. Háberg á gátt, og greiddi frá síni fløgu "Nakið", sum eisini er júst komin út. Vit hoyrdu nakrar sangir av fløguni.

Ungdómssamfelagsmøtir: Til seinast ringdu vit til Rógva Joensen, at hoyra um Ungdómssamfelagsmøtini, sum eru í Klaksvík hetta vikuskiftið 28.-30. nov. Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini í Betesda og í Badmintonhøllini.

Les meira um skránna fyri møtini her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Á Bylgjulongd 27. november

Á Bylgjulongd 27. november

Fyrru helvt av sendingini í morgun spældu vit tónleik og lósu úr skriftini. Í seinnu helvt høvdu vit vitjan av Heðin Lamhauge, ið greiddi okkum frá eini endursøgn av nýggja testamenti, sum ætlanin er at fáa á føroyskum. Les meira

Á Bylgjulongd 25. nov.

Á Bylgjulongd 25. nov.

Ben Eli Dam úr Vági segði frá møtum við Tom Rogar Edvardsen, sum hava verði í vikuskiftinum. Svenning av Lofti segði frá felagsmøtunum, sum hava verði í Kollafirði. Bogi Andreasen greiddi frá fyrireikingunum til jólakonsertina við Carolu, sum verður leygarkvøldið 29. nov. Les meira

Á Bylgjulongd 24. nov.

Á Bylgjulongd 24. nov.

Nýggj fløga við CompassionArt, har vit tosaðu við Martin Smith úr Delirious. Suni Justinussen segði frá tveimum tiltøkum í Leirvík seinasta vikuskiftið. Guðrun Rajani vitjaði í útvarpstovnuni og vit tosaðu um India. Les meira

Umveldi 21. nov.

Umveldi 21. nov.

Vit høvdu vitjan av Kristian Hansen og Símun Absalonsen. Evni var “Jesus sum fullkomin Guddómur og Jesus sum fullkomi menniskja” Eisini vitjaðu Jóna og Ólavur á Váli Olsen, har tey sungu og spældu ein sang. Les meira

Á Bylgjulongd 18. nov.

Á Bylgjulongd 18. nov.

Suni Justinussen úr Leirvík var á gátt og greiddi okkum frá tveimum tiltøkum, sum vera í Leirvík, 21. nov. og 23. nov. Práta varð við Lillian Jacobsen úr Kollafirði. Rúni Rasmussen úr Havn segði frá Dunamis bíbliuskúlanum sum verður 22. nov. Les meira