Á Bylgjulongd 31. okt.

Á Bylgjulongd 31. okt.

Christmas Child: Fyrst ringdu vit til Duritu Djurholm, og hoyrdu tað seinasta frá tiltakinum Operation Christmas Child, har tey høvdu eina landsinnsamling seinasta sunnudag 26. okt. Tað komu 3288 eskjir inn, og tað er met síðani hetta tiltaki byrjaði í Føroyum í 2004.

Iktus: Síðani hoyrdu vit frá móttøkuni 30. okt. hjá sjónvarprásini Iktus í Søldarfirði, við m.a. Tóra Højgaard, sum gjørdi samrøður, Svenning av Lofti, sum fer at byrja eina sending sum kallast avgerðarløtan, Jógvan á Lakjuni, sum vitjaði og síðani Anju Hansen ábyrgdari og programleiðari fyri sjónvarprásini. www.iktus.fo

Carola til Føroya: Til seinast vitjaði Bogi Andreasen í útvarpstovuni, har hann greiddi frá at Five Star Entertainment skipar fyri eini konsert við Carolu leygarkvøldið 29. nov. kl. 20.00 í Ítróttarhøllini í Hoyvík. Atgongumerkini kosta 375,- kr. og fara at kunna keypast á heimasíðuni www.fivestar.fo Les meira um Carolu og konsertina her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking