Á Bylgjulongd 27. okt.

Á Bylgjulongd 27. okt.

ABC Barnahjálp: Fyrst kom Rúna Sivertsen á gátt. Hon greiddi okkum frá ABC barnahjálpini. Um hvussu tað gongur við føroysku verkætlanini í Liberia og arbeiði í Senegal
Les meira á heimasíðuni www.barnahjalp.fo og www.abc.is

Hornorkestrið hjá Frelsunnarherinum 75 ár: Síðani vitjaðu Finngerð Djurhuus Olsen og Finnbogi Olsen frá Frelsunarherinum. Finngerð er leiðari fyri Hornorkestri hjá Frelsunnarherinum. Tann 23. okt. var liðin 75 ár síðani hornorkestrið hjá Frelsunnarherinum varð stovnað, tað var í 1933. Ein serlig sangfest var í Frelsunarherinum í Havn 26. okt. Vit hoyrdu eisini um arbeiði hjá Frelsunarherinum.

Steve Dulwich: Til seinast vitjaði Steve Dulwich í útvarpstovuni, har hann greiddi frá einum arbeiði í Filippinunum. Eitt toymi fer úr Føroyum í feb. 2009. Les meira um arbeiði hjá Steve og Josa Dulwich á heimasíðuni www.bibleteachingprogram.com

Lurta eftir sendingini her

Vertar: Erna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking