Á Bylgjulongd 24. okt.

Á Bylgjulongd 24. okt.

Magni Christiansen: Fyrst vitjaði Magni Christiansen í Lindini, hann er búðsitandi í Danmark í løtuni og hevur nógv við tónleik at gera enn. Hann skal luttaka á eini contry gospel konsert í Runavík saman við Theodor Petersen, í kvøld 24. okt. kl. 19.30. Eisini fara T.O.S., Credo og The Last Breath at spæla kl. 22.00.
Kostnaður fyri konsertina kl. 19.30 er 195 kr. Tann seinna konsertin kl. 22.00 kostar 125 kr. Um tú keypir atgongumerki til ta fyrru konsertina fyri 195 kr. fært tú eisini atgongd til seinnu konsertina.
Yvirskotið av gospelkonsertini fer til stuðul til barnaheimið Jajja í Uganda. 

Operation Christmas Child: Síðani hoyrdu vit um Christmas Child og vit ringdu til Duritu Djurholm. Seinasta freist at lata skógva eskjur inn til sunnudagsskúlar kring landi er sunnudagin 26. okt. Skógva eskjurnar verða síðani pakkaðar á Skipafelagnum mikudagin 29. okt. kl. 14.00

Tú kanst eisini venda tær til ein av niðanfyri nevndu og avtala, nær og hvar eskjurnar skulu latast inn:

Diana og Hans G. Thomsen tlf. 312968, Katrin Holm-Jacobsen og Ingi Hentze tlf. 319878 / 219878 / 250206, Poula og Hans Sørensen tlf. 310322 / 220429

Meir fæst at vita um Operation Christmas Child á heimasíðu hjá Lívdini.

Heimsíðan hjá Christmas Child www.samaritanspurse.uk.com

Delirious: Til seinast vitjaði Eyðun Jacobsen, har hann greiddi frá at Delirious kemur til Føroyar 5. nov. at hava konsert í Kelduni í Skálafirði kl. 20.00. Vit hoyrdu fleiri sangir hjá Delirious. Atgongumerkir eru at fáa hjá Vodafone í Klaksvík, Saltangará og í Havn. Kostnaðurin er 495 kr. og tað er avmarka atgongd, umleið 1000 atgongumerkir verða seld.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking