Á Bylgjulongd 21. okt.

Á Bylgjulongd 21. okt.

Konsertin við ZAMAR, sum var 17. okt. var fyrst á skránni. Vit tosaðu við Kristinu N. Hansen, sum er ein av sangarunum í bólkinum.

Síðani høvdu vit eitt prát við Eiler Jacobsen, yngra. Hann greiddi okkum frá lívinum saman við Harranum.

Hjúnarbreddin setti fokus á Guds lyftir til hjún.

At enda var Svenning av Lofti í útvarpsstovuni. Hetta var í sambandi við at Dagny Petersen, sum var virkin í bønartænastuni í Lindini, brádliga fór heim til Harran 18. okt. 73 ára gomul.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking