Monthly Archives: oktober 2008

Á Bylgjulongd 31. okt.

Á Bylgjulongd 31. okt.

Christmas Child: Fyrst ringdu vit til Duritu Djurholm, og hoyrdu tað seinasta frá tiltakinum Operation Christmas Child, har tey høvdu eina landsinnsamling seinasta sunnudag 26. okt. Tað komu 3288 eskjir inn, og tað er met síðani hetta tiltaki byrjaði í Føroyum í 2004.

Iktus: Síðani hoyrdu vit frá móttøkuni 30. okt. hjá sjónvarprásini Iktus í Søldarfirði, við m.a. Tóra Højgaard, sum gjørdi samrøður, Svenning av Lofti, sum fer at byrja eina sending sum kallast avgerðarløtan, Jógvan á Lakjuni, sum vitjaði og síðani Anju Hansen ábyrgdari og programleiðari fyri sjónvarprásini. www.iktus.fo

Carola til Føroya: Til seinast vitjaði Bogi Andreasen í útvarpstovuni, har hann greiddi frá at Five Star Entertainment skipar fyri eini konsert við Carolu leygarkvøldið 29. nov. kl. 20.00 í Ítróttarhøllini í Hoyvík. Atgongumerkini kosta 375,- kr. og fara at kunna keypast á heimasíðuni www.fivestar.fo Les meira um Carolu og konsertina her.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Á Bylgjulongd 30. oktober

Á Bylgjulongd 30. oktober

Í morgun høvdu vit fyrst eitt prát við Anju Hansen um móttøkuna í samband við at Iktus nú fer unditr regluligar sendingar. Síðani hoyrdu vit vitnisburðin hjá norsku Annette Lilletvedt. At enda fingu vit vitjan av Simon Holtti frá felagsskapinum “Åbne Døre”. Les meira

Á Bylgjulongd 24. okt.

Á Bylgjulongd 24. okt.

Vit høvdu vitjan av Magna Christiansen og Eyðun Jacobsen, har Eyðun segði frá um konsertina hjá Delirious sum verður í Kelduni 5. nov. kl. 20.00. Eisini ringdu vit til Duritu Djurholm at hoyra um Christmas Child. Les meira