Monthly Archives: september 2008

Á Bylgjulongd 30. sept.

Á Bylgjulongd 30. sept.

Vit byrjaðu við at hoyra um Rás Iktus.
Vit høvdu prátað við fleiri, sum høvdu verið á fundi í Kelduni seinasta leygardag 27. sept. Oddbjørg Poulsen, Páll á Lakjuni, Jens Bech, Justinus Eliasen, Alfred Olsen, Victor Carlsen og Una Næs.

Síðani var Gunnvá Dam á gátt.
Hon greiddi okkum frá undirvísingartilfari, sum hon hevur skrivað til føroyska skúlaverkið. Tilfar í føroyskum, týskum og heimstaðarlæru. Í alt uml. 20 bøkur.

At enda var Hjúnarbreddin á skránni, har vóru Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi gestir.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen