Á Bylgjulongd 25. aug.

Á Bylgjulongd 25. aug.

Ísraelsk Vælvera: Bjørg Thomassen í Hoyvík vitjaði í útvarpstovuni. Hon og maðurin Werner eru farin at innflyta vørur úr Ísrael.
Komandi vikuskifti verður ein ”Ísraelskur Vælveru-básur” á Fjarðafestivalinum.
Vøran, sum tey umboða, er av merkinum Intensive Spa, og er ein nýskapandi og framkomin húðrøktarrøð við ráevnum úr salt- og miniralríka Deyðahavinum. Øll kenna vit til, at fólk ferðast langa leið til Deyðahavið fyri at fáa bata fyri ymiskar húðtrupulleikar. Røðin byggir á mineralir, sum eru ríka upp við natúrligum plantuúrdrátti so sum Aloe Vera, Jojoba og Shea Butter. Hesi ráevni eru útvald við umhugsni og blandaði við natúroljum.
Vøran hevur fram til nú verið seld í Føroyum á sokallaum "home-parties", og móttøkan hevur verið góð. Nú eru hjúnini so farin undir at selja vørurnar umvegis handilsdiskin í nýinnrættaðu handilshølunum á Onnugøtu 5.
Handilin kallast ”VÆLVERA” og er á Onnugøtu 5. og hevur opið hósdag – fríggjadag frá 13.00 til 18.00 og leygardag frá 10.00 til 14.00
Hevur tú spurningar so ert tú vælkomin at ringja til Bjørg á tlf 505660 & 315048

Fjarðafestivalurin 2008: Vit ringdu til Eyðun Jacobsen fyri at hoyra tað seinasta nýggja frá festivalinum. Fjarðafestivalurin verður komandi vikuskiftið 29.-31. aug. Skráin kann síggjast her. Nógvir spennandi bólkar fara at luttaka.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen 

Related Links

  • www.fjardafestival.com

Skriva viðmerking