Á Bylgjulongd 19. aug.

Á Bylgjulongd 19. aug.

Nú summarfrítíðin er at enda høvdu vit leitað okkum ein túr í barnagarðin, Millum Bóla í Kollafirði. Har prátaðu vit við nøkur starsfólk og við nøkur børn.
Síðani var farið í skúlan, har vit prátaðu við Birgit, sum er flokslærari í fyrsta flokki. Vit prátaðu eisini við varðaskúlastjóran, Jón Højsted.
Gestirnir í morgun vóru Pauli Nolsøe og Hans David Samuelsen. Teir greiddu okkum frá føroyskari verkætlan millum gøtubørn í Sierra Leone.
At enda vóru vit á vitjan hjá Silvurlín og Hassa Johannesen, eini eldri hjún í Kollafirði.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking