Á Bylgjulongd 15. aug.

Á Bylgjulongd 15. aug.

Kórið VOX: Konsert verður við kórinum VOX leygardagin 16. aug. kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum. VOX hevur sungið gospel í 10 ár og er vorðið eitt kent navn innan føroyskan kórsang. Kórið VOX hevur tilknýti til Heimamissiónina og er leitt av Ásbjørn Berthelsen.
VOX er mannað við dugnaligum útvaldum sangarum. Nógv verður gjørt burturúr 10 ára hátíðarhaldinum. Millum annað eru allir fyrrverandi sangarar bodnir at syngja við.

Á konsertini fara ymiskar útgávur av VOX at framføra. Fyrst verður tað sangararnir, sum manna VOX í dag. Síðani verður tað sangararnir, sum hava sungið við, men ikki er í kórinum longur. Til endans syngja øll saman í einum stórum felagskóri á 50 sangarar.
Tá verður sungnir fleiri gamlir og kendir sangir.

Atgongumerki eru at fáa á kunningarstovunum, í Norðurlandahúsinum og á heimasíðuni www.nlh.fo.

Fjarðafestivalurin 2008: Eyðun Jacobsen greiddi frá festivalinum sum verður 29-31 aug. Vit spældu eisini nógvan tónleik við bólkum sum skuldu luttaka á festivalinum. Á hesum støðum kanst tú keypa títt atgongumerki til Fjarðafestivalin. Vodafonehandlarnir í Havn, Saltangará og Klaksvík. VIVIA, Nólsoyarpállsgøta í Klaksvík (fyrr black and white) www.gjamma.com
Eisini kann ringjast til Fjarðafestivalin á tlf 560 565 um tú hevur fyrispurningar um Festivalin, tað kan verða um teltpláss, campingpláss, prísir o.a. – Les meira á heimasíðuni www.fjardafestival.com

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking