Á Bylgjulongd 10. juli

Á Bylgjulongd 10. juli

Samtalukvøld í Filadelfia í Gøtu: Týskvøldið 15. juli og mikukvøldið 16. juli kl. 19.00 verður skipa fyri samtalukvøldum í Filadelfia í Gøtu. Vit ringdu til Arna Zachariassen, har hann greiddi frá hesum kvøldum. Símun Absalonsen kemur eisini at luttaka til hetta tiltak, sum verður kalla Te-ology. Øll eru vælkomin og eisini at luttaka í samtalunum.

Malena Meitilberg vitjaði í útvarpstovuni og greiddi frá hvussu tað er at verða trúðboðari í Kenya, har hon og maðurin Jens virka saman við Susanne og Leif Madsen hjá felagskapinum "New Life Ministrys" í Nakuru í Kenya. Tú kanst lesa meira um arbeiði hjá teimum her og á heimasíðuni www.newlife-africa.com

Kontakt persónur í Føroyum hjá "New Life Ministrys" er Frank Jacobsen.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Erna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking