Á Bylgjulongd 8. juli

Á Bylgjulongd 8. juli

Fjarðafestivalurin 2008: Eyðun Jacobsen greiddi frá festivalinum sum verður 29-31 aug. Vit spældu eisini nógvan tónleik við bólkum sum skuldu luttaka á festivalinum. Á hesum støðum kanst tú keypa títt atgongumerki til Fjarðafestivalin. Vodafonehandlarnir í Havn, Saltangará og Klaksvík. VIVIA, Nólsoyarpállsgøta í Klaksvík (fyrr black and white) www.gjamma.com
Eisini kann ringjast til Fjarðafestivalin á tlf 560 565 um tú hevur fyrispurningar um Festivalin, tað kan verða um teltpláss, campingpláss, prísir o.a. – Les meira á heimasíðuni www.fjardafestival.com

Mia Jacobsen til Kenya: Vit høvdu eisini vitjan av Miu Jacobsen í útvarpstovuni. Mia greiddi frá at hon skal aftur til Kenya 16. juli og verða í ein mánað. Eisini greiddi hon frá hvussu tað var at verða í Kenya seinast, tá mátti hon koma heim til Føroyar vegna ófrið í landinum. Mia ger eisini eina innsamling til kvinnuheimi í Kenya og øll kunnu verða við at stuðla.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking