Bønarlinjan hóskvøldið 3. juli 2008

Bønarlinjan hóskvøldið 3. juli 2008

-Fyrsti persónurin, sum vit hugleiða um, er Eivind Bech úr Lobra. Hann hevur fyri tað mesta verið á sjónum. Av hendingum í lívinum, kann nevnast, tá hann sum 16 ára gamal slerdi út, meðan hann var við norskum fiskiskipi, men sum tíbetur spældi væl av. Í 1988 fekk Eivind skaða í høgra arm, meðan hann var við Ólavi Halga og kom út fyri at fáa skaða í hin armin í 2002. Ein onnur hending var í 1981, tá Eivind sjálvur annar á báti steðgaði upp og rak móti Sumbiarøstini, men blivu bjargaðir í evstu løtu. Eisini hoyra vit um svára syndaneyð, sum Eivind Bech kom í. Les greinina her

-Vit hoyra um eina hending umborð á skipi, har ein av manningini hoyrdi eina rødd, um at hann skuldi flyta seg. Tá hann hevði flutt seg, datt ein talja niður úr mastrini, beint har sum hann hevði staðið. Hann bleiv bjargaður á undurfullan hátt. Eisini hoyra vit um ein fiskimann í Noreg, sum hevði keypt sær nýggjan bát og hevði stóra skuld. Einki bar til hjá honum, fiskaði lítið og einki. Ein dagin bleiv biðið fyri umstøðunum og alt broyttist. Áftaná tað hilnaðist væl hjá honum, eitt satt undur, sum hevði nógva signing við sær.

-Torbjørn Knudsen úr Bergen hevði trupuleikar av alskyns rúsevnum og tabelttum v.m. Hoyr hvussu Torbjørn kom burtur úr øllum hesum rúseitri á undurfullan hátt.

-Pápi Louise Petersen, var alkoholikari. Mamman hevði svára sálarkvøl. Louisa hevði trupuleikar av rúsevnum og trupuleikar í skúlanum. Men, so hendi ein broyting. Nú er Louisa ein glað og broytt 26 ára gomul genta – tí hon møtti Jesusi.

-Sigurd Joensen úr Oyndafirði, hevur tað mesta av lívinum arbeitt á sjónum. Hann silgdi undur krínum. Sigurd hevur verið útfyri mongum, sum hevur við sjógvin at gera. Hoyr um hvussu hann bjargaði tveimun monnum í neyð á sjónum, við at svimja út til teir. Sigurd hevur eisini verði við til at bjarga báti í illveðri og upplivað at verið sligin út sjálvur, men bjargaður. Les greinina um Sigurd Joensen her

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Annfinn Jacobsen

Skriva viðmerking