Á Bylgjulongd 30. mai

Á Bylgjulongd 30. mai

Útimøtir kring oyggarnar
Jóannes Fonsdal greiddi frá útimøtunum sum hann og onnur skipa fyri í summar kring oyggarnar. Les meira um skránna her

Ungdómssamfelagsmøtir í Runavík
Petur Mohr greddi frá ungdómssamfelagsmøtunum sum verða í Ítróttarhøllini í Runavík frá 30. mai til 1. juni og evni er Virði.
Møti vera: Fríggjakvøldið 30. mai kl 21.00, Leygardagin 31. mai kl. 14.00 er bíbliutímar. Leygarkvøldið 31. mai kl 21.00. Sunnudagin 1.juni kl. 18.00.
Talara vera Christian Baske, Poul Johan Djurhuus, Rógvi Joensen, Bogi Simonsen, Anna á Torkilsheyggi og Jákup Hansen. Bíbliutímarnar hava Christian Baske og Símin í Túni. Ung úr Havn, Klaksvík og EyOy standa fyri sangi og spæli.
Eitt bønar og samtalurúm verður undir møtirøðini, har møguleiki er at biða og tosa við onkran. Kaffi er aftaná møtini og bíbliutímarnar Fríggjadag og Leygardag. Sunnukvøld er nátturi.
Gjamma selur fløgur.

Alzheimerfelagið
Erna Háberg greiddi eisini eitt sindur frá Alzeimerfelaganum. Tað ber eisini til at ringja til demenslinjuna tlf 313102 týsdag kl. 18.00-20.00. Les meira á www.alzheimer.fo
Síggj eisini har Jan H.T. Olsen fyrrverðandi fiskimálaráðharri í Norra og konan eru í norska sjónvarpinum, trýst her
Um onkur hevur spurningar og ivamál í samband við Alzheimers sjúkuna og demens sum heild, eru fólk vælkomin at venda sær til Ernu Háberg tlf. 228004 og/ella at senda teldupost til: preben@post.olivant.fo

Harry Fránkel danskur jødi
Svenning av Lofti og Harry Fránkel vórðu í útvarpstovuni. Harry greiddi frá tá ið Nazistarnir tóku jødarnar til fanga undir 2. heimsbardaga, hvussu hann upplivdi tað sjálvur.

Kvinnumøti í Lívdini í Hoyvík
Lív Clementsen greiddi frá kvinnumøtunum sum tey skipa fyri í Lívdini.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen & Erna Háberg

Skriva viðmerking