Bønarlinjan hóskvøldið 29. mai 2008

Bønarlinjan hóskvøldið 29. mai 2008

Kathrina Nicolajsen er fødd og uppvaksin í Søldafirði. Hon minnist aftur á vinkonurnar í nær umhvørvinum, hvussu væl tær allar vóru við hvørja aðra. Hon fortelur um pápa sín, sum var sjómaður. Eisini frá barnaskúlanum, hvussu hon varð happa og ævleiðingarnar av tí og hvussu hjálpin kom burtur úr hesum. Hon fortelur um sjólívi hjá manninum og um kærleikan, hvussu stóra ávirkan tað hevur. Hon bleiv sjúk í livrini, fór til Danmark at fáa hjálp. Hon tosar um trúgv og um hvussu tey sluppu úr alkohol trupuleikunum. Eisini um hvussu tey fingu nýggj hús, um fíggjarligar trupuleikar og hvussu tey komu burtúr tí.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Annfinn Jacobsen

Skriva viðmerking