Á Bylgjulongd 26. mai

Á Bylgjulongd 26. mai

Kórtreff í Klaksvík
Henny Gerðalíð greiddi frá einum kórtreffi sum varð í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið 24. mai. kl. 20.00. Tey fýra kórini sum sungu: Ebenezer-, Siloa-, Suðuroyar- og Betesdakórið.

Fjarðafestivalurin 2008
Eyðun Jacobsen greiddi frá Fjarðafestivalinum sum verður 29.-31. aug. 2008. Atgongumerkini kunnu keypast nú á 795,- kr. og tað verður avmarka atgongd. Les meira á www.fjardafestival.com

Jesus Revolution vitjar í Føroyum
Heidi Bjørgum, Daniel Smenes úr Norra og Marita Jøkladal úr Føroyum greiddu frá vitjanini hjá Jesus Revolution í Føroyum. Tey eru 8 ung úr ymiskum tjóðum, og nýta nútímans tól fyri at boða ein elligamlan boðskap. Í ár kallast framførslan "On Fire" Les meira um Jesus Revolution her.
Tey vitja á hesum støðum.

Missiónskvøld:
Mánakvøldið 26. mai kl.20.00 í Getsemane í Klaksvík
Týskvøldið 27. mai kl. 20.00 í Hebron á Argjum

Konsertir:
Hóskvøldið 29. mai kl. 20.00 í Badmintonhøllini í Havn
Fríggjakvøldið 30. mai kl. 20.30 í Getsemane í Klaksvík
Leygarkvøldið 31. mai kl. 21.00 í Kelduni í Skálafirði

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking