Á Bylgjulongd 23. mai

Á Bylgjulongd 23. mai

Landsfundur hjá Bláakrossi Føroya
Hjalmar Hansen, aðalskrivari greiddi frá landsfundinum hjá Bláakrossi Føroya, sum verður 24.-25. mai í missiónshúsinum og kirkjuni á Toftum. Evnið fyri landsfundin verður ”Blái Krossur í dag og framyvir”. Tiltøkini eru almenn og ókeypis. Les skránna her og les meira á www.blakross.fo

Teen Street
Christian Pliz og Thorvald Gardlykke greiddu frá Teen Street. Christian Pilz kemur at hava ein fyrilestur fríggjak. 23. mai kl. 20.00 í meinigheitshúsinum í Havn. Evni: Ungdómsleiðari sum persónur og 12 mátar at hava bíbliustudio.

Eisini fer Christian Pilz at hava fyrilestur og frágreiðing fyri leiðarum og hjálparum til Teen Street 2008, tað verður í Hebron á Argjum leygardagin 24. mai frá kl. 10.00 til einaferð út á seinnapartin.

Dunamis Bíbliuskúlin
Vit ringdu til Rúna Rasmussen har hann greiddi frá Dunamis Bíbliuskúlanum, og í juni verður skipa fyri einum bíbliuskeiði um efesusbrævið. Undirvíst verður í trý kvøld.
Mikukvøldið 4. juni kl. 19.00-20.45
Mikukvøldið 11. juni kl. 19.00-20.45
Mikukvøldið 18. juni kl. 19.00-20.45
Undirvísingin fer fram í Filadelfia í Havn, Landavegur 22. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. mai kl. 12.00. Send teldupost til dunamisb@gmail.com ella ring til tlf. 314828 og leggja eini boð á telefonsvararan. Les meira um bíbliuskúlan her

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking