Monthly Archives: mai 2008

Umveldi 30. mai

Umveldi 30. mai

Bjarta Petersen greiddi frá hvussu honn upplívdi Harrans grøðandi hond.
Hon og maður hennara Trygvi, høvdu stríðst við at fáa børn, men Harrin kom eina  løtu, tá tey minst vantaðu tað. Hetta broytti nógv í lívinum hjá teimum. Í dag eiga tey 3 børn. Bjarta og Trygvi Petersen eru á veg í missiónsarbeiði umborð á LOGOS II skipinum hjá OM (Operation Mobilisation, www.om.org)

Poul Guttesen var hin gesturin.
Tosa varð um grøðing i Nýggja testamentinum, at hava eitt ballanserað forhold til grøðing, sum ein natúrliga partur av kristnilívið.

Umveldi er at hoyra hvønn fríggjadag seinnapart kl. 16.30 og endursending sunnudagin kl. 15.00

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Preben Hansen

Á Bylgjulongd 29. mai

Á Bylgjulongd 29. mai

Aftur í morgun var tað Ísrael, sum myndaði sendingina. Í fyrra helmingi vóru upptøkur, gjørdar í Ísrael, sendar. Síðani kom Tummas Jacobsen á gátt, og varð prátað um felags fer okkara til Jorsala. Les meira

M.C. á ferð í Ukreina, 14. partur

M.C. á ferð í Ukreina, 14. partur

Nú tað so smátt fer at røkjast fyri einum sluttspurti, gerast tíðindini eystaneftir ikki minni áhoyrilig. Í dagsins frásøgn verður vitjað á einum barnaheimi, sum eisini tekur sær av sjúklingum. Higar leita eisini útlendsk foreldur í sambandi við ættleiðing av pinkubørnum. Les meira