Á Bylgjulongd flaggdagin 25. apríl

Á Bylgjulongd flaggdagin 25. apríl

Raj Kumahr ella pastor Ras, sum hann verður nevndur, er úr Nepal, men gongur á bíbliuskúla í Kolding hetta skúlaárið. Hann segði okkum frá bæði sínum vitnisburði og arbeiði sínum við at planta samkomur í Nepal.  Saman við honum var esini danin Torben Ørskov. Torben tolkaði pastor Ras.

Men áðrenn teir báðir komu í stovuna í Lindini var Steve Dulwich og segði okkum frá, hvussu Harrin hevði knýtt hann saman við arbeiði hjá pastor Ras. Hetta var tó fyrstu ferð, at teir báðir møttust, leiddir saman á ein undurfullan hátt.

Í endanum á sendingini var nevnt, at um tú ynskir at stuðla arbeiðinum hjá pastor Ras í Nepal, so kanst tú flyta eina upphædd á kontu hjá Lindini og viðmerkja: Nepal. So skulu vit syrgja fyri at peningurin kemur á rætta stað. Kontur hjá Lindini síggjast her.

Lurta eftir sendingini

Skriva viðmerking