Á Bylgjulongd 24. apríl

Á Bylgjulongd 24. apríl

Viggo Wilhelmsen er í Føroyum í samband við eina møtirøð í Skopun í døgunum frá 23. – 27 apríl. Viggo hevur fyri kortum givið ein a fløgu út. Vit spældu nøkur løg av henni og tosaðu bæði eitt sindur um sangirnar og ymiskt annað gott. Allur tónleikurin á fløguni er tikin upp í Nashwille.

Prátað varð við Tummas Jacobsen um komandi hvítusunnustevnuna, sum Evangeliihúsið og Filadelfia skipa fyri í felag. Heitið á Hvítusunnustevnuni verður “Veitst tú ikki, at alt Mítt er títt?”

Lurtað eftir sendingini

Skriva viðmerking