Á Bylgjulongd 22. apríl

Á Bylgjulongd 22. apríl

Tom Inglis
Fyrri partur av sendingin snúði seg um lovsangsstevnuna, sum var í Kelduni farna vikuskifti.
Vit prátaðu við Tom Inglis, sum var høvuðstalari á stevnuni. Hann greiddi okkum frá týdninginum av at vera takksamur og at tilbiðja. Hann hevur skrivað tilfarið: Psalmody.
Heimasíðan er: www.psalmody.org
 

Lega fyri breka á Zarepta
Síðani varð fokus sett á familju-leguna fyri brekað, sum júst hevur verið á Zarepta. Legan byrjaði hóskvøldið 17. apríl og endaði sunnudagin 20. apríl. Yvirskriftin fyri leguna var: “so ymisk og tó…” Millum tiltøkini á leguni vórðu fleiri fyrilestrar um, hvussu tað er at liva við breki ella at vera avvarandi at fólki við breki. Harumframt var tónleikur, fimleikur, ríðing , svimjing, andakt, sangur, spæl og ítriv. Elisabeth Mortensen og Vanja Petersen søgdu frá.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Hjørdis Háberg Petersen

Skriva viðmerking