Á Bylgjulongd 21. apríl

Á Bylgjulongd 21. apríl

Familjutiltak hjá Lívdini
Lív Clementsen greiddi frá familjutiltaki sum Lívdin skipaði fyri í Ítróttarhøllini á Hálsi dýrabiðidag 18. apríl. Ymisk var á skránni m.a. hoppiborg, skreiðibanar, fótbóltur.

Lovsangsráðstevna 17.-20. apríl og
Fjarðafestivalurin 2008

Eyðun Jacobsen greiddi frá lovsangsráðstevnuni í Kelduni 17.-20. apríl, sum var sera væl eydna. Nógv fólk vóru við til stevnuna, sum var fylt við nógvum góðum sangi, lovsangi og góðum boðskapi. Tað ber til at bíleggja sær upptøkur av seminarum og talum á stevnuni. Ring á tlf. 596161 ella á 742500 ella skriva til Jógvan á jogvan-a@hotmail.com

Fjarðafestivalurin 2008 verður 28.-30. apríl. Lutakandi bólkar verða m.a. Steven Curtis Chapman, The Isaacs, Lynda Randle, Woody Wright og tað kemur meira. www.fjardafestival.com

Samkomulega hjá Filadelfia
Conny Háskor segði frá samkomuleguni hjá Filadelfia í Havn, sum var í Leguhúsinum í Nesvík 18.-19. apríl. Á skránni var m.a. kappingar, sangløta og hugnaløtur.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking