Monthly Archives: mars 2008

Á Bylgjulongd 31. mars

Á Bylgjulongd 31. mars

Lovsangsráðstevna í Kelduni
Eyðun Jacobsen greiddi frá lovsangsráðstevnuni sum verður í Kelduni í Skálafirði 17.-20 apríl. Heiti á ráðstevnuni er: Heilagur er Harrin. Á ráðstevnuni verða seminar, workshop, møtir og konsertir. Høvuðstalari á ráðstevnuni verður Tom Inglis úr Avstralia.

Tilmelding kann gerast á heimasíðuni hjá Kelduni www.keldan.fo og á tlf. 596161 ella á 742500.
Kostnaður: Seminarini: 200 kr. Seminar og nátturða: 300 kr.

Les meira á heimasíðuni hjá Kelduni her

Ungdómslega hjá Filadelfia í Havn
Filadelfia ungdómur hevði legu í Libanon í Sørvági 28.-30 mars. Regin við Skipá var í útvarpstovuni og greiddi frá.

Big Gospel Festival í Íslandi
Big Gospel Festival í Íslandi í 10 dagar frá 20. juni til 29. juni 2008. Ása Fjallstein greiddi frá hvat er á skránni. Tað er ókeypis at koma á Festival.
Ætlanin er at fáa tilboð uppá hópferðir bæði frá Atlantic Airways og Smyril line.
Um tit hava spurningar, vinarlig seti tykkum í samband við:
email: asf@internet.is ella telf. 00354-568-2049 (Ása Fjallstein)
Les meira um festivalin á www.123.fo og á www.biggospelfestival.com

Lurta eftir sendingini her

Vertrar: Tór Arni Samuelsen

Á Bylgjulongd 28. mars

Á Bylgjulongd 28. mars

Tilhaldi í Havn 10 ár. Evangelisk fundarrøð við Svenning av Lofti frá 30. mars til 6. apríl í Eysturoynni. Kvinnutiltak í Klaksvík 29.-30. mars. Felags Gudstænasta var 25. mars í Filadelfia í Havn. Les meira

M.C. á ferð í Ukreina, 9. partur

M.C. á ferð í Ukreina, 9. partur

Hesaferð leita vit inn í eitt heim fyri gøtubørn. Almenna talið fyri hesar illa støddu óvitarnar er 300.000 fyri alt landið, og tá ið 14 av hvørjum 1000 ukrainum ganga við HIV smittuni, er støðan hjá hesum ómyndugu ikki minni álvarslig. Barnamissiónin roynir tí eisini her at gera mun. Les meira

Á Bylgjulongd 14. mars

Á Bylgjulongd 14. mars

Nýggj barna fløga “Eg óttist ei” við Oasubørnum. Um páskirnar vitjar Roda David Føroyar sum er leiðari fyri blindaheiminum “House of Hope” í Betlehem”. Páskastevna í Oasuni í Hoyvík. Les meira