Monthly Archives: februar 2008

Á Bylgjulongd 29. feb.

Á Bylgjulongd 29. feb.

Ungdómslega umborð á Norrønu 27.-31. mars

Heimamissiónsungdómur (HMU) at skipa fyri legu á sjónum. 27. – 31. mars verður ungdómslega fyri 18×2 ár, tvs, frá 18 árum upp til 36 ár. Farið verður úr Føroyum hóskvøldið, 27. mars kl. 17.00, og komið verður aftur mánamorgun, 31. mars kl. 06.00.

Tekning: Send ein teldupost á legur@mission.fo við navn, aldur, fartelefon og bústaði.

Tá ið goldið verður á konto í FB 6460- 4227532 er ein tilmeldaður. Prísurin er 1.100 kr. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 3. mars. Spurningar, ring til Pól Johannessen, tel 592180 ella Reimund Langgaard. tel 548183 – Les meira her

Filadelfia Vágar

Jacobina Petersen greiddi frá at møtini í samkomuni verða broytt framyvir. Fyrsta sunnudag í hvørjum mána er møti kl. 16.00, tó verður sunnudagsskúlin kl. 11.30. Hinar sunnudagarnar verður morgunmøti kl. 11.00 sum vanligt, við sunnudagsskúla. Bønarmøtini eru eisini broytt til hvønn leygardag kl. 16.00

Suðuroyingar – komið og syngið við

Leygarkvøldið 1. mars kl. 21.00 í Ítróttarhøllini á Tvøroyri og sunnukvøldið 2. mars kl. 18.00 í VB-húsinum í Vági.

Sangbólkurin Vitin hevur 5 tey seinastu árini ferðast kring landið og havt sangtiltøk í ítróttarhallum í Føroyum.

Vitin varð stovnaður í 2002 av monnum sum frammanundan kendu hvønn annan og sungu saman í Betesdakórinum. Sangarar eru Torkil Mørkøre, sum eisini spælir klaver, Petur Vitalis, Jógvan Høj, Jóhan Páll Joensen og Dávur Johannesen, sum eisini spælir bassguitar. Aðrir tónleikarar sum spæla undir eru Jóan Petur Hansen á guitar og mandolin, Guttorm Matras, guitar og Leivur Vitalis, trummur.

Tiltøkini Vitin hevur skipað fyri hava vera sera væl vitjað, har nógv fólk hava verið glað fyri møguleikan at koma saman til góðan felagssang.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis

Agape tiltak undir heitinum “Guds barn og sálarliga sjúkur”

Mánakvøldið 3. mars kl. 19.30 í meinigheitshúsinum í Havn og mikukvøldið 5. mars kl. 19.30 í missiónshúsinum á Toftum. Undirvísari er Inge Munk Møller, sum er leiðandi yvirlækni í Psykiatri í Viborg Amt. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Eisini er skeið í Nesvík 29. feb. – 2. mars sum eitur ”Eitt heilsugott og gevandi lív”. Skeiði er fyri øll sum hava áhuga.

Hesir fyrilestrar verða:

Fríggjakvøld 29. feb. kl. 21.00 ”Skapa í Guds mynd” v/ Frede Møller

Leygardag 1. mars kl. 10.00 ”Strongd – hvussu takla vit hana v/ Inge Møller

kl. 14.00 Kristindómur uttan trupuleikar v/ Frede Møller

kl. 16.30 Synd og skuld – fyrigeving og sóning v/ Inge Møller

kl. 20.00 Ávegis við Kristi v/ Frede Møller

Sunnudagur 2. mars kl. 10.00 Maria sum fyrimynd v/ Inge Møller

Lurta eftir sendingini her<<<<

Á Bylgjulongd 18. feb.

Á Bylgjulongd 18. feb.

Missiónsvika á Skála 19.-24. feb. Kjakkvøld um Politik og trúgv á Brekku í Hoyvík 21. feb. Flare Extended sum var í Filadelfia 16. feb. Møtirøð í Ebenezer og í Læraraskúlahøllini.
Vertur: Tór Arni Samuelsen Les meira