Monthly Archives: januar 2008

Á Bylgjulongd 29. jan

Vit tosaðu fyrst við Ben Eli Dam, sum arbeiðir í Frelsunnar Herinum í Vági.

Aftaná ringdu vit til Hansinu Johannesen. Hon greiddi frá missiónsvikuni í Kollafirði, sum byrjar í kvøld 29. jan.

At enda høvdu vit vitjan av Jógvan Zachariassen, sum er farin í holt við at skriva doktara ritgerð. Henda ritgerð snýr seg um hvussu vit samantvinna tónleik og list við gudsbarnalivið

Lurta eftir sendingini her

Á Bylgjulongd 28. jan.

Mia av Kák greiddi frá sínum uppvøkstri, hon lesur til lærara og er forkvinna í Libanon í Sørvági. Durita og Pauli Djurholm greiddu frá jólatúrinum á Filipsoyggjunum, har tey m.a. vóru saman við trúðboðaranum Ragnar Niclasen. Tey greiddu eisini frá Lívdini og at tey íðka motión – renna. Lurta eftir sendingini her Les meira

Á Bylgjulongd 24. jan.

Á Bylgjulongd 24. jan.

Í sendingini í morgun var tátturin “Her og Har” á skránni. Lisin varð grein úr norska DagenMagazinet um kendu bókina hjá Ross Campbell um barnauppaling. Nevnt var eisini, at áhugin fyri Gaither konsertini í Oslo Spectrum 15. mars er so stórur, at flestu atgongumerkini longu eru seld. Símun Absalonsen var gestur í morgun. Nortið varð… Les meira

Á Bylgjulongd 23. januar

Á Bylgjulongd 23. januar

Í sendingini varð sagt frá eini Gaither Homecoming konsert, sum verður í Oslo Spectrum leygardagin 15. mars. Til ber at bíleggja atgongumerki á netinum. Eisini varð sent prát við Mirjam Carlsen, sum er stødd í Tampa í Florida har børnini hjá henni og Victor eru knýtt at Rivival Ministries International. Seinast í sendingini vitjaði Poul… Les meira